Eyðun: ÍF fær nógv burtur úr lítlum

Víkingavenjarin ásannar stóra veikleikan, sum tað er, at hansara lið ikki megnar at lyfta uppgávuna, tá ið tað verður roknað at vera favorittur

Hetta kvøldið tók seg ikki soleiðis upp, sum teir høvdu vónað í leguni hjá Víkingi. Tað svíður at tapa á heimavølli ímóti ÍF, sum nú hevur 13 stig, meðan Víkingur hevur 11 stig.

Eyðun Klakstein, venjari hjá Víkingi, heldur, at talan er um eitt mynstur í tapunum seinastu dagarnar – 4-1 í Klaksvík og 2-1 á heimavølli ímóti ÍF í kvøld.

-Í Klaksvík vóru marginalirnir ikki við okkum, og úrslitið var ikki í tráð við leikgongdina. Í kvøld var tað aftur og fram í fyrra hálvleiki. Fyrstu løtuna eftir steðgin pressaðu vit teir í botn og høvdu fleiri støður og møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Tá teir so skora eitt mál, verður tað eftir teirra treytum og upp aftur meiri, tá ið teir økja til 2-0. Vit mugu avrika betri enn hetta, um vit skulu fáa nakað burtur úr.

Ætla tit at fáa nýggjar spælarar at styrkja um liðið?

-Tað er lætt eftir eitt sovorðið úrslit at siga, at tað er neyðugt við nýggjum spælarum. Tað hevur ikki verið ætlanin at keypa aðrar spælarar. Tað snýr seg fyrst og fremst um, at vit skulu avrika betri, enn vit hava gjørt higartil. Serliga í dystunum tá ið vit verða roknaðir at vera favorittar. Vit hava tapt í Gundadali ímóti HB og í Klaksvík ímóti KÍ, og vit hava vunnið á heimavølli ímóti NSÍ og B36. At vit hava mist tvey stig ímóti AB og tvey ímóti TB og so trý í kvøld ímóti ÍF sigur, hvat tað nú snýr seg um, sigur Eyðun Klakstein.