Eyðun Eliasen heldur fyrilestur um Eduardo Chillida

Í kvøld heldur Eyðun Eliassen, arkitektur, fyrilestur um spanska listarmannin, Eduardo Chillida í Skálanum í Kommunuskúlanum í Havn

Eyðun Eliasen, arkitektur, var í fjør í spanska partinum av Baskaralandinum á námsferð fyri at kunna seg um listamannin Eduardo Chillida.
Chillida (1924-2001) er so at siga ókendur um okkara leiðir, sjálvt um hann verður javnsettur fremstu listafólkini seinastu øldina.
Serliga hava skulpturar hansara vakt ans. Verkini hava eitt einfalt; men sera máttmikið skap. Spæl og kompositiónir av tí massiva mótvegis tí opna, meistrar Chillida sum fáur. Hesum evni arbeiðir hann við í allari síni list. Í bygningum, skulpturum, stórum sum smáum. Á eldri døgum førdi hann sama evni inn í pappírs- og klæðisverk.
Eduardo Chillida las byggilist í nøkur ár; men gavst. Hann vildi arbeiða leysari av nýtslukrøvunum innan byggilistina og legði tí á listarliga bógvin. Listaverk hansara hava tó flest øll rót í byggilistini. Summi í tilfari og viðgerð, onnur í stødd og sambandi við umhvørvið. Býar- sum landslagsumhvørvið.
Eitt av seinastu stórverkum hansara er ein verkætlan við stórbærum rúmum inni í fjalli á Kanarisku oyggjunum.
Fyrilesturin er almennur og ókeypis verður í Kommunuskúlaauluni í Havn, týsd. 18. mai, kl. 19:30.
Kveiki, ein tiltaksbólkur undir Arkitektafelag Føroya, skipar fyri fyrilestrinum.