Taks hevur fingið eina drúgva frágreiðing frá danska kamaradvokatinum, sum metir um møguleikarnar hjá Taks at fáa nakað burturúr at draga eigararnar í P/F Vinnan í Hægstarætt.
Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, vil ikki upplýsa innihaldið í frágreiðingini. Men sum skilst stuðlar hon uppundir ætlanina hjá Taks at fara allan vegin og fáa viðhald í Hægstarætti.
-Fyri okkum er talan um eitt rættuliga principielt mál. Vit sakna, at man tekur atlit til samlaðu myndina og setur lógartekstin í samanhang, sigur Eyðun Mørkøre.
Enn dugir stjórin á Taks tó ikki at siga, hvørt hann yvirhøvur sleppur í Hægstarætt við málinum. Tað eru umleið tríggjar vikur síðani at Taks søkti um loyvi at fáa málið fyri Hægstarætt, men enn hevur Taks einki hoyrt aftur.
7. november í fjør varð Taks dømt at rinda eigarunum í P/F Vinnan 53,4 milliónir krónur, umframt 15,4 milliónir í rentu. Tilsamans 68,9 milliónir krónur. Talan er um pengar, ið Taks hevði kravt inn frá eigarunum í kapitalvinningsskatti. Eisini varð Taks dømt at rinda allan sakarmálskostnaðin hjá báðum pørtum, bæði í Føroya Rætti og Landsrættinum.
Eigararnir í P/F Vinnan hava fingið útgoldið tær 68,9 milliónirnar. Upphæddin ávirkar fíggjarlógina fyri 2012, soleiðis at metta inntøka landskassans frá kapitalvinningsskatti minkar við 68,9 milliónum.