HB-KÍ 3-1 (2-1)
2. deild
Seianstu vikurnar hevur verið líkt til, at HB alt meira er farið at líkjast einum oddaliðið í næstbestu deildini. Blandingin av nøkrum rutineraðum leikarum saman við fleiri av teimum heilt ungu hevur riggað væl, og mánadagin kundu teir so taka enn eitt stig nærri oddinum.
Mál vakti HB
KÍ var komið á vitjan, og hendan dystin skuldi HB vinna, men fyrstu løtuna tóktist hetta ikki at vera hugburðurin hjá teimum. Lítið og einki hekk saman, og tað var eisini fult uppiborið, at Ove Nysted kundi leggja KÍ á odda. Hetta hendi eftir frísparksinnleg, har Ove var hægstur.
Málið fekk líka sum HB at rakna við, og eina løtu eftir málið var liðið als ikki at kenna aftur. Ferð eftir ferð spældu teir seg ígjøgnum í síðunum, og ikki minst vóru tað teir báðir smáu framherjarnir, Gunnar Mohr og Eyðun Samuelsen, sum gjørdu um seg.
Báðir vóru teir eisini partur av úøtjavnandi málinum hjá HB. Gunnar Mohr byrjaði álop, sum endaði við at bólturin varð sendir flatt fram fyri KÍ-málið, og har kundi Eyðun skora úr sera spískum, eftir at hann fyrst hevði tikið eina draging.
Næsta málið kom eisini sum úrslit av samspæli millum Gunnar og Eyðun, tó at eitt verjumistak fyrst mátti til. Gunnar var skjótur á, tá verjuleikai mistók seg, og eftir at fyrsta skotroyndin miseydnaðist, tók Eyðun eina draging, áðrenn hann sendi bóltin flatt niðri við stólpan, og so var HB frammanfyri.
KÍ trýsti
Stórt meira hendi ikki í fyrra hálvleiki, men í seinna legði KÍ bragdliga fyri. HB liðið varð trýst langt aftur á vøllin, og at byrja við spurdust eisini fleiri stórir møguleikar burtur úr trýstinum. Mál spurdust tó ikki burtur úr, og við økta trýstinum frá KÍ, øktist eisini sannlíkið fyri enn einum HB málið.
HB hevði nevnliga fleiri heilt vandamiklar støður, men ikki fyrr enn um miðjan hálvleikin gav ein slík mál. Eftir at HB hevði spælt seg skjótt niðan eftir vøllinum, endaði innlegg við, at Eyðun Samuelsen enn eina ferð stóð pura leysur, og so kundi dysturin avgerast.
Seinastu løtuna tveittu klaksvíkingar alt fólkið frameftir í royndunum at minka um munin, men hetta viðførdi bara betri umstøður til kontraspælið hjá HB. Fleiri ferðirnar varð eisini talan um heilt stórar møguleikar, men onkursvegna vórðu hesir misnýttir, so úrslitið stóð ikki til at broyta.
Við sigrinum tók HB enn eitt fet upp móti oddinum, har teir nú bert eru eitt stig aftan fyri oddalðini. Komandi sunnudagin skal HB til Tvøroyri at dystast, og verður talan eisini um trý stig í tí dystinum, munnu havnarmenninir so smátt fara at droyma um heiðursmerki.
HB-KÍ 3-1 (2-1)
0-1: Ove Nysted
1-1: Eyðun Samuelsen
1-2: Eyðun Samuelsen
1-3: Eyðun Samuelsen










