Á ólavsøku verður forkunnug listaframsýning í verkstovuni hjá Ingálvi av Reyni, sála, á Lützenstrøð 13 í Havn.
Tað er Eyðun av Reyni, sum ú hevur sítt virki har og sum nú hevur sett eina framsýning upp í sambandi við, at hann fylti 60 herfyri.
Til framsýningina hevur hann savnað einar 20 málningar, hann hevur málað seinasta árið
Íblásturin til fleiri av málningunum er úr Kunoy, men samanumtikið kann sigast, at høvuðsevni er veður og vindur, sum setur sín dám á abstraktu litrútmurnar, har serstaka ljósið í Føroyum er tað berandi.
Framsýningin letur upp í dag, fríggjadagin 27 klokkan 16, og tað er opið til klokkan 19. Ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er opið frá klokkan 15 til 19