Stormar og ógvuslig náttúra seta dám á málningarnar hjá Eyðuni av Reyni á framsýning, sum letur upp í Galleri Focus fríggjadagin
Fríggjadagin klokkan 16 letur upp framsýning í Galerie Focus við verkum eftir listamannin Eyðun av Reyni.
Málningarnir hjá Eyðuni av Reyni eru sjálvstøðugir og sterkir. Enn sum áður er myndevnið landslagið, ið tykist at vera ein ótømandi kelda fyri listamannin.
Eyðun av Reyni tekur sítt listarliga støði í føroyskari landslagsabstraktión, men hevur flutt seg inn í næstan reina abstraktión.
Kortini er altíð okkurt, tú kennir aftur í málningunum, altíð ein tilsiping til fjallið, býin, havnina, tað skiftandi ljósið, ógvusliga veðurlagið.
.
Eitt serligt egið kenslusemið hevur altíð eyðkent myndirnar hjá Eyðuni av Reyni. Seinnu árini er hartil komin ein øðrvísi rúmd í myndirnar, íbirt av breiðum, svørtum strokum, sum leggja seg útyvir teir kláru, reinu litirnar og mana fram eina nýggja annarleiðis kenslu av dýpd.
Framsýningin í Galerie Focus verður opin til 9. oktober, týsdag til fríggjadag frá klokkan 15 til 18 og leygardag frá 16 til 18.