Eyðun & Neil og vísubólkur í Keypmannahavn

Leygarkvøldið fara Eyðun & Neil at spæla til dans á Skarv. Men kvøldi byrjar við at bólkurin ?Stjärnbilderna? fer á pallin ?Stjärnbilderna? er ein vísubólkur frá Nordiska Folkhögskolan í Kungälv, Svøríki, mannaður av fýra svenskarum, og føroyinginum Edith Dahl Jakobsen. Tey fimm hava júst verið á rundferð í Føroyum, har tey hava havt nakrar konsertir, og eftir at tey hava spælt á Skarv, gongur leiðin til Svøríkis, hvar tey eisini skulu hava nakrar konsertir. Á skránni er fyri tað mesta norðurlendskur vísutónleikur, bæði traditionellur, og egið skrivað. Kvøldið byrjar við at bólkurin ?Stjärnbilderna? fer á pallin kl. 23.00.

 

Kl. 01.00 fara so Eyðun & Neil at undirhalda. Teir hava ikki verið so virknir eina tíð, men nú eru teir aftur. Í Føroyum eru teir kendir, sum besti barrbólkur, eingin dugur sum teir við kassagittara og sangi at fáa lív í eitt heilt vertshús. Tvøramaðurin Eyðun Ásason og vágbingurin Neil Joensen hava spælt nógv og væl á føroysku pubbum seinastu árini, og hava eina spæliskrá, ið fevnir frá Uriah Heep til Sildavalsin.

Eyðun og Neil spæla eisini fíggjakvøldið á Skarv.