Eyðun aftur á popptindinum

Hóast Eyðun Nolsøe er um tey 40 og ikki longur er tann ungi sprelski provokatørurin, ið dansaði runt á springvatninum í Miðbýnum í Havn og sang um “Tey stressaðu”, so hevur hann enn fatur á ungu lurtarunum.

Nýggja fløgan hjá Eyðun, so nógvar røddir, hevur fingið sera góða móttøku, ummælarin hjá Sosialinum gav fløguni avbera gott ummæli, og lagið Hvønn dag hevur verið nógv spælt í útvarpinum, og hevur seinastu vikurnar avbjóða í toppinum á 15 teimum bestu. Men hesa vikuna hevur Eyðun munin, og er farin framum øll onnur. Tað er í stóran mun ung fólk, ið vitja heimasíðuna hjá 15 teimum bestu, og eftir øllum at døma er Eyðun nakað fyri tey.