Eyðun Jensen hevði móttøku seinnapartin í gjár har hann hátíðarhelt 25 ára starvsdag sín hjá Tórshavnar kommunu sum leiðari av Sosialu deild. Tað var 1. november 1985, at Eyðun Jensen byrjaði sum leiðari av Sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu. Og í gjár var so móttøka fyri honum og 25 ára degnum.
Halla Samuelsen, forkvinna í Sosialu nevnd hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hildu røður.
Nógv er sjálvandi broytt hesi 25 árini í Sosialu deild, sum nú heldur til í hølunum, sum Advokatfelagið plagdi at húsast í á horninum av Jóannes Patursonargøtu, har ljóskurvarnar eru.









