Eyðmjúk hattrik hetja

Í Ítróttar Sosialinum hesa ferð

Í Ítróttar Sosialinum, sum er komin á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er alt um dystin á norðoyastevnu, sum staðfesti KÍ sum oddalið í Effo-deildini. Jóannes Bjartalíð skoraði hattrik, men gevur liðfeløgunum æruna.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Sigfríður Clementsen er settur sum venjari hjá TB. – Ein øðrvísi avbjóðing, sigur venjarin. Eisini er spælarametingar frá bæði A-landsliðnum og U21-landsliðnum, sum taptu sínar dystir.

 

Bogi Reinert Petersen bleiv útvístur eftir bara tríggjar minuttir sum A-landsliðsspælari. Hann svarar fimm spurningum um hendingina.

 

Les eisini alt um kappróðurin á norðoyastevnu, stuttsøgd tíðindi, klummuna og quzzina.