Eyðmýkingin skal glyomast

Gøtumenn saknað í øllum førum tveir týðandi leikarar, tá teir á Sevmýru skulu vaska eyðmýkingina á Tórsvølli av sær

Upptakt

Tað er einki at ivast í, at Gøtumenn eru særdir, tá teir sunnudagin fara til Tvøroyri. Stórtapið fyri Hajduk Split er hitt størsta hjá føroyskum felagi á heimavølli, og fyri ærukæru GÍ-leikararnar er einki at ivast í, at hetta vilja teir ikki hava sitandi á sær.
Tí er einki at ivast í, at tvørámenn møta einum væl tendraðum GÍ liði, men tað kunnu teir sum so ikki taka atlit til.
TB hevur nevnliga sítt egna stríð, har tað ræður um at halda skálamenn aftan fyri seg, og uttan iva vilja teir fegnir fáa munin millum liðini at verða størri, enn tey bæði stigini, sum hann er í dag.

Tvey leikbann
Og sum skilst á lagnum, so eru vónirnar hjá heimaliðnum heldur ikki ongar, nú GÍ kemur á vitjan. Eftir at tað eitt skifti sá heilt svart út hjá TB, hevur liðið spakuliga ment seg seinnu umførini, og tó at talan ikki er vorðin um meira enn tann eina sigurin, sum liðið vann í fyrsta umfarinum, so hevur tað í fleiri førum verið heilt nær við.
Einki leikbann ger seg galdandi hjá TB, har einasta ivamálið hóskvøldið var Bárður dimon, sum hevur verið smáskaddur, men roknað verður tó við, at hann fær spælt.
Hjá GÍ er í øllum førum greitt, at hvørki Bartal Eliassen ella Magni Jarnskor verða á vøllinum sunnudagin. Teir fingu báðir sítt fimta gula kort í ár móti HB, og eru tískil leikbannaðir.
Hartil er eisini ivasamt, um Súni Fríði Johannesen verður á vøllinum. Hann hevur ligið sjúkur hesa vikuna, og hóskvøldið var hann so framvegis ikki komin fyri seg.
Og boðini úr GÍ leguni eru greið. Dysturin hóskvøldið skal gloymast alt fyri eitt, soleiðis at leikararnir kunnu leggja fulla orku í landskappingardystin, har tað ikki eru ráð til fleiri mistøk, um GÍ skal halda vøkru hagtølini við europeiskari luttøku á hvørjum ári, við líka.