Eyðmýking í Vestmanna: Neistin er køvdur

Greipuvinnararnir Neistin tykjast vera í trupulleikum. Heldur ikki hesaferð, triðja dystin upp í slag, eydnaðist blálittu havnarmonnunum at fáa fult. VÍF vann greiðan 33-20 á Neistanum í høllini í Vestmenna í kvøld.

 

Neistin hevur annars verið fullkomiliga einaráðandi seinastu árini, men tann støðan er nú broytt. Úrtøkan hevur verið soltin higartil í ár, fýra stig fyri fimm dystir. Tað er eingin vanlukka, men tað er ikki, sum tað hevur verið.

 

Tað frættist úr Vestmanna, at Neistin var væl við í fyrra hálvleiki, men heimaliðið rann gestirnar um koll eftir steðgin.

 

Finnur Hansson, sum hevur verið ein av mest støðugu spælarunum hjá Neistanum, duldi ikki fyri Kringvarpinum um vikuskiftið, at Neistin hevur trupulleikar at dragast við. Hann ásannaði, at tað hevur verið kalt á toppinum seinastu trý árini, og at tað hevur verið ófriður kring liðið seinastu vikurnar – millum annað, tí Morten Hust Pedersen varð uppsagdur sum venjari eftir bara fýra dystir sum ábyrgdarmaður.

 

- Tað er eingin loyna, at tað eru innanhýsis trupulleikar, men vit royna at loysa knútarnar. Eg veit ikki, hvat vit skulu vænta, sum støðan er nú. Vit hava nógv at arbeiða við, og so fáa vit at síggja, segði hann í ítróttarsendingini 3-2 mánakvøldið.

 

Neistamenninir vóru sperdir í kvøld, tí Finnur Hansson og Heini Hanusarson vóru ikki við í Vestmanna.

 

Neistin skal royna at reisa seg aftur sunnudagin, tá greipuvinnararnir vitja hjá StíF á Skála.