Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur sett Eyðhild Skaalum í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum
Eyðhild er 52 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur.
Hon hevur drúgvar royndir frá privata vinnulívinum sum advokatur. Eyðhild Skaalum hevur eisini royndir frá almennari fyrisiting m. a. sum løgfrøðingur hjá Ríkisumboðnum. Hon hevur í mong ár verið nevndarlimur í Fíggingargrunninum og situr í nevndini hjá P/F Føroya Tele.
Eyðhild tekur við starvinum 15. apríl.










