Eyðgunn Samuelsen í Klaksvík er vald til formann í nevndini, sum skal virka fyri, at fleiri kvinnur verða við, har politisku avgerðirnar verða tiknar.
Næstformaður er Annleyg Lamhauge í Tórshavn.
Eyðgunn umboðar Javnaðarflokkin í nevdini og hevur drúgvar royndir í kommunalpolitikki.
Annleyg var eitt skifti skrivari hjá tingbólki Sjálvstýrisfloksins. Síðani september 2004 hevur hon verið við í tvørpolitiska kvinnubólkinum, sum hevur arbeitt við upplýsandi tiltøkum fyri kvinnur við áhuga í politikki.
Hini í nevndini eru:
Rósa Samuelsen fyri Sambandsflokkin
Inga Dahl fyri Fólkaflokkin
Sólfríð Fjallsbak fyri Tjóðveldisflokkin
Hjørdis Háberg Petersen fyri Miðflokkin
Kári á Rógvi fyri Javnstøðunevndina
Bergtóra Hanusardóttir fyri Kvinnufelagið
Eyðun Christiansen fyri Føroya Kommunufelag
Steinbjørn Jacobsen fyri Kommunu Samskipan Føroya
Tá nevndin varð sett, 1. januar 2006, fekk hon tvey ár at arbeiða í. Men broytingar máttu gerast í vali av nevndarlimum. Tískil er nærum eitt hálvt ár farið av arbeiðstíðini hjá nevndini, uttan at nakað er gjørt.
Eyðgunn Samuelsen vísir á, at peningurin, ið avsettur er til arbeiðið hjá nevndini er 150 krónur hvørt árið.
- Fyri hesa upphædd fæst lítið av skafti, og ætlar nevndin at søkja um hægri játtan komandi fíggjarár, sigur hon.
Nevndin hevði fund týsdagin 6. juni.
Á næsta fundi, sum verður tann 8. august, er ætlanin at hava hugarok, har allir limirnir leggja fram síni hjartamál og hugskot.









