Tingbólkur javnaðarfloksins hevur á fundi í dag valt Eyðgunn Samuelsen til forkvinnu í tingbólkinum. Tað gjørdist Eyðgunn Samuelsen, ið tók við sum forkvinna í tingbólkinum hjá Javnaðarflokkinum, eftir at fyrrverandi formaðurin John Johannessen er tilnevndur landstýrismaður í heilsumálum.
Hetta er allarhelst ein partur av politisku telvingini, nú Aksel V. Johannesen gjørdist fíggjarmálaráðharri, ein postur, sum Eyðgunn Samuelsen annars var kandidatur til, tá Jóannes Eidesgaard fór í landsstýrið.