Eyðgunn kostaði ósigurin í Klaksvík

Hevði Javnaðarflokkurin í Klaks­vík havt fullan lista í til bý­ráðs­val­ið í Klaksvík, so hevði flokk­ur­in varð­veitt síni tvey um­boð í bý­ráðn­um.

Flokk­urin hevði bara seks val­evni – hann kundi havt 15. Flokk­ur­in manglaði eina at­kvøðu at vinna sessins. Hevði Eyð­gunn Sam­u­el­sen, ting­kvinna, um ikki ann­að stað­ið á list­anum, so var seinna umboðið tryggjað.

At hon er tingkvinna kann vera eitt politiskt argument fyri ikki at stilla upp. Men takt­ist er tað ein óklók av­gerð. Og tá politikkur er tak­tikk­ur, so var tað ein skeiv pol­it­isk av­gerð.