Eyðgunn hevur ikki tikið støðu til fosturtøku

Enn er eingin støða tikin til, um fosturtøkulógin skal broytast. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í familjumálum.

 

Á løgtingsfundi í dag var Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, forvitin eftir at vita frá Eyðgunn Samuelsen, um ætlanin er at broyta fosturtøkulógina, og um nøkur ætlan er um at seta fría fosturtøku í gildi í Føroyum.

 

Og sjálv dylur Sonja Jógvansdóttir ikki fyri, at hon er fyri fríari fosturtøki og hon heldur, at vit mugu tora at taka málið upp, tí lógin samsvarar ikki við tað samfelag, vit hava í dag, tí lógin er frá 1956.

 

Hon vísir eisini á, at felagsskapurin, Pro Vita, sum er ímóti fosturtøku, fær stuðul á fíggjarlógini og hon spyr um felagsskapurin, Frítt Val, sum er fyri fríari fosturtøku, eisini fer at fáa stuðul á fíggjarlógini.

 

Eyðgunn Samuelsen staðfestir, at familjurættarliga økið varð yvirtikið frá dønum á ólavsøku og sjálv hevur hon umsitið tað í 18 dagar. Og hon hevur ikki enn tikið støðu til, hvussu arbeiðið á familjurættarliga økinum skal  raðfestast. Hinvegin ásannar hon, at lógin um fosturtøku er so gomul, at tað er rættiliga sannlíkt, at hon eigur at verða endurskoðað.

 

Men samgongan hevur ikki viðgjørt um vit skulu hava fría fosturtøku og landsstýriskvinnan heldur eisini, at spurningurin er so viðkvæmur, at vit eiga at hava eina veruligt politisk kjak, og eisini eitt fólksligt kjak, áðrenn nøkur støða verður tikin.

 

Hon staðfestir samstundis, at felagsskapurin, Frítt Val, hevur onga játtan á fíggjarlógini fyri næsta ár, men hon heldur, at tað hevur týdning at hoyra allar partar í einum máli.