Eyðfinn Mørk 65 ár

Tollaksmessudag 23. desember verður Eyðfinn Mørk í Vági 65 ár.
Eyðfinn Mørk er fyrrverandi býráðslimur fyri í Vági. Hann hevði sæti fyri Vágs býráð í 23 ár. Hann tók sæti fyrstuferð í 1985 fyri John Mikkelsen, sála og sat í Vágs býráð fram til seinasta valskeið.
Eyðfinn fór bert 13 ár burtur at fiska og hann legðist upp á land miðskeiðis í sjeytiárinum og arbeiddi sum formaður á flakavirkinum Suðurfisk í Vági í nøkur ár og  seinastu mongu árini hevur Eyðfinn rikið egna lastbilavinnu og verið umsjónarmaður hjá Vágs Kommunu.
Eyðfinn er sonur til Hjørdis Mørk úr Havn og Martin Berg úr Sandvík.
Hann giftust í 1965 við Ingibjørg Mørk og tey fingu 8 børn.
Tey eru Jens, Anja, Levi , Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni.