Eyðfinn Mørk 60 ár

Tollaksmessudag 23. desember 2005 fyllir Eyðfinn Mørk í Vági 60 ár.

Eyðfinn vaks upp á Tvøroyri, hann er sonur Martin Berg og Hjørdis Mørk.

Eyðfinn fór fyrstu ferð til sjós sum 14 ára gamal. Sjólivið varð partur av hansara lívi fram til miðskeiðis í sjeytiárinum. Eftir sjólivið keypti Eyðfinn sín fyrsta lastbil frá Ova Mikkelsen sála í Vági. Eyðfinn helt áfram við lastbilavinnuni fram til fyrst í 1990-unum. Tá hann fekk starv sum bilførari á Varda Verkstaðnum á Bakka í Vági, har var hann umleið 3 ár. Seinni bleiv Eyðfinn umsjónarmaður hjá Vágs Kommunu yviri á Oyrinum í Vági, hetta starv røkti hann fram til juni 2005, tá hann fór úr starvinum vegna sjúku.

Eyðfinn hevur eisini verið virkin innan lokalpolitikk. Hann hevur verið partur av Vágs býráð seinastu 20 árini.

Eyðfinn er giftur við Ingibjørg Mørk úr Vági, og tey eiga 8 børn, tey eru: Jens, Anja, Levi, Eyðhild, Heidi, Mortan, Rini og Sonni. Anja, Eyðhild, Heidi, Mortan og Rini búgva í Vági. Jens, Sonni búgva í Hvalba og Levi býr í Sønderborg í Danmark. Umframt børnini eru í alt 16 abbabørn.