Nú fýkur følv um fjallatindar,
nú elsti bróðir er ei meir,
nú kennast kaldir allir vindar
um farna sál og lívleyst leir.
Nú fórst tú elsti bróðir vár
ta síðstu foldarferð,
tín hugur væl við fjallið bar
í tíni góðu gerð.
Tú vart tann stilli millum oss,
tó hollur millum menn,
tú royndist væl við alt títt knoss,
tú dugdi alt í senn.
Tín hugur stóð til alt og øll
frá lív við grúgvueim,
til bø og ong og líð og fjøll,
tó mest títt kæra heim.
Vit skilja ei, hví fótur gleið
hin vonda lagnudag,
tí ofta fyrr tín fótur steig
á hesum sama stað.
Vit skilja ei, hvat tók tín fót,
har fyrr hann stinnur steig
og kravdi sína beisku bót:
títt lív á lívsins leið.
Vit syrgja bráða deyða tín,
vit sakna sárir teg,
nú sál so brátt um evstu sýn
fleyg ævinleikans veg.
Vit takka tær for alt tað lív,
vit saman fingu her,
og biðja at títt hús og vív,
Várharra styrki ber.
Vit minnast teg for manga stund,
for felags lívsins søgur,
vit takka tær av hjartans grund,
vit, allir tínir brøður.
At enda vit tær heilsa blítt,
nú lagnan legði miðið,
har lívið er um ævir frítt:
“ Vár bróðir hvíl í friði”.
Brøður tínir við familjum










