Fyrsta Meistarastevnan fyri Ung var hildin í Klaksvík síðsta vikuskifti. Stevnan var fyrsta av sínum slag, og er hon komin í staðin fyri gomlu SUM kappingina. Suðuroyar Svimjifelag gjørdist mest vinnandi felag á stevnuni við 26 gull- 33 silvur- og 14 bronsuheiðursmerkjum. Svimjarirnir hjá SuSvim kláraðu seg stak væl, hóast m.a. búksjúka darvaði fleiri teirra.
- Størsti medaljuslúkurin var Eyðbjørn Joensen. Hóast bert fyrsta árið í bólki 2, vann hann 8 gull heiðursmerkir við sera flottum tíðum. Tíðir, sum eru betur enn nakar annar norðurlendingur í hansara aldri megnar. ?Mini Pál? kallar onkur hann, og ja teir eru líkir. So okkurt tíðir á, at søgan endurtekur seg, sigur Susvim í tíðíndaskrivi.
Marin Kristina Thomsen fekk Bronsunál, tá hon svam 50m frí við tíðini 0:35,61, har bronsunálatíðin er 0:35.95. Fyri Marin Kristinu merkir hetta, at hon í komandi viku kann luttaka í FM, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali.
Guðrun Mortensen var 0,09sek frá at náa sína silvurnál, tá hon svam 50m frí uppá 0:30,08 sek. Sum sagt verður FM um eina viku, og fær hon tá aftur høvi at royna eftir nálatíðini, sum er 0.29.99. Guðrun er, við síni flottu tíð í 50m frí, nú nr. 3 í kongaríkinum í sínum aldursbólki.
Sofus Bech svam ein ótrúliga flottan 400m frí. Væl undir DÅM kravtíðina. Málið til FM um eina viku er at klára 800m DÅM kravtíðina. Danske ÅrgangsMesterskaber vera hildnar í Haderslev og Kolding 12.-14. juni.
Heiðursmerkjabýtið hjá SuSvim til MU 2009 sá soleiðis út:
Navn (bólkur) Gull Silvur Bronsa
Eyðbjørn Joensen (B2) 8 7
Tanja Skaalum (B2) 4 5
Pætur Leo (B3) 4 3 1
Guðrun Mortensen (B2) 4 1
Suðuroy Gentur (B2) 3
Hjarnar Randrup (B3) 1 2
Róland Toftum (B3) 1 1
Suðuroyar Dreingir (B3) 1
Sofus Bech (B1) 6
Bjartur Randrup (B3) 4
Sólrun Kjærbo (B3) 3 5
Erna Katrin Olsen (B1) 2
Kristina Elin Thomsen (B2) 1 3
Jarmundur Steinkross (B1) 1
Oddný Thomsen (B1) 2
Tilsamans 26 33 14










