Exxon skal rinda risaendurgjald

Exxon Mobil skal rinda eina milliard dollarar í endurgjaldi fyri oljuvanlukkuna við Exxon Valdez Ein dómstólur í Pasadena í Kalifornia hevur gjørt av, at oljufelagið Exxon Mobil skal rinda 507,5 milliónir dollarar umframt rentur í endurgjaldi fyri skaðan, sum hendi, tá tangaskipið Exxon Valdez fór á land í Alaska fyri 20 árum síðani.

Eftir dóminum skal oljufelagið rinda 5,9 prosent í rentu við afturvirkandi gildi frá 1996, tá málið kom í rættin av fyrstan tíð, og tað merkir sambært AP, at felagið skal rinda næstan eina milliard dollarar.

Upprunaliga kravdu myndugleikarnir, at Exxon Mobil skuldi rinda fimm milliardir dollarar í endurgjaldi fyri vanlukkuna, sum fekk sera álvarssamar avleiðingar fyri vinnulívið og náttúruna í tí dálkaða økinum.