Extol avlýsur Fjarðafestivalin

Fjarðafestivalurin kunngjørdi í nátt, at tungmálmsbólkurin Extol hevur meldað avboð til ársins festival.

- Vit eru sera keddir av at skula boða frá, at Extol tíverri hava sent avboð til Fjarðafestivalin 2007. Allar avtalur vóru uppá pláss og almannakungjørdu vit einki fyrr enn vit fingu loyvi frá teimum og tað loyvi fingu vit, skrivaði Fjarðafestivalurin í teldubrævi í nátt. Viðheft í teldubrævið vóru hesi boð frá Extol:
"Jeg har noen veldig dårlige nyheter. På grunn av uforutsette personlige årsaker må vi dessverre avlyse vår konsert på Fjardafestivalen 2007. Vi beklager på det sterkeste og håper dere fortsatt har god tid til å få tak i en erstatter. Hilsen Peter, Mvh, Peter & Extol Productions”
Tað skilst, at tað ikki bert er Fjarðafestivalurin, men eisini aðrir festivalar og konsertfyrireikarar, ið eru strikaðir av konsertskránni hjá norska tungmálmsbólkinum