"Expressen" ger gjøldur við føroyska liðnum við bláberum

Stóra svenska blaðið "Expressen" er kent fyri at hava sama freka stíl, sum danska blaðið "Ekstrablaðið", har farið verður langt fyri at flenna eftir fólki.

 

Fyri at fáa smílið fram á sínum mongu lesarum, valdi ein blaðmaður, sum eitur Oskar Lund at fara ein túr í býin og bjóða føroysku spælarunum bláber.

 

"Ett blåbärslag" er svenska heitið fyri eitt vánaligt lið, ella eitt nýbyrjaralið. Tað var tó ikki líkt, at føroysku spælararnir tóku av "tilboðnum" hjá tí stóra óseriøsa svenska blaðnum.

 

Føroysku spælararnir megnaðu tó at svara aftur, og Expressen eru so frægir, at teir hava prentað føroysku svarini.

 

- Vit mugu bara vísa teimum í morgin, segði Gunnar Nielsen við Expressen ígjár.

 

- Vit fáa at síggja aftaná dystin, segði Símun Samuelsen. - Tað er 0-0,, tá dysturin byrjar, og tað verður tað vónandi, tá dysturin er liðugur.

 

Tann stóri jaligi spurningurin er so, um "Ekstrablaðið" í Svøríki, Expressen hevur megnað at tendrað føroysku spælararnar, ella um tað stóra óseriøsa svenska blaðið hevur megnað at órógva føroysku spælararnar.

 

Greinin í Expressen kann lesast her : www.expressen.se/sport/fotboll/landslaget/faroarnas-plan-ligga-nara-och-stora-zlatan/