Exit í SMS

Hósdagin 1. september kl. 10 læt nýggi handilin Exit upp í SMS við stórum úrvali av klæðum og útgerð til børn og ung frá 0 til 16 ár.

Tað er Lars Müller, sum eisini eigur handilin Skálk, sum eigur Exit, ið er har sum handilin Benneton fyrr helt til. Gólvvíddin er 180 fermetrar.

Lars Müller sigur, at Exit er eitt av konseptunum hjá Bestseller, og handilin í SMS selur vørurnarnar til somu prísir sum í Danmark. Exit handlar eru um alt Evropa.

Í handlinum starvast fýra fólk, og Hanna Mohr Müller er dagligur leiðari í handlinum.