Fyrsta Exit Poll kanningin eftir at valstøðini í Bretlandi hava latið aftur vísir, at Konservativi flokkurin hjá David Cameron vinnur valið, og at hann kann halda fram í Downing Street 10.
Men talan er bara um ein kanning, har fólk sum hava verið á valið, eru spurd, leggja viðmerkjarar dent á.
Sambært kanningini verður úrslitið hetta:
Konservativu 316 (+9)
Labour 239 (-19)
SNP 58 (+52)
Lib. Dem 10
PC 4
UKIP 2
GRN 2
Onnur 19