Exit Light spæla Metallica í SALT

Leygarkvøldið fara teir at spæla Black Album og tað besta frá 80’unum.

Aftaná fýra útseldar konsertir í Perluni í Havn og eitt fullsett telt á Summarfestivalinum 2022, koma EXIT LIGHT til Suðuroyar at endurtaka succes’ina.

 

– Hesuferð verður tað eitt serligt Black Album tribute-kvøld umframt tað besta frá 1980’unum. Tað merkir, at løg frá Kill Em All, Ride The Lightning, Master of Puppets og …And Justice For All verða spæld – og alt eftir stemninginum verður møguliga okkurt yvirraskilsi afturat.

 

­– Tað verður hart og vilt – guitarsoloir, skrál og dupultpedal við fullari ferð. So ert tú til old school thrash metal, so er at smekka til, áðrenn tiltakið verður útselt, siga fyriskipararnir.

 

Manning í Exit Light:

 

Hans Hammer

Sigurd Justinussen

Heri Reynheim

Benjamin Petersen

Pauli Poulsen

John Åge Egholm

 

Konsertin verður leygarkvøldið í SALT.

 

##med2##