Exit Bush

Oddagrein:

Bush var í útgangsstøði ein forseti, sum rak ein virðisgrundaðan politikk – heimsmyndin var svørt-hvít. Virðini vóru ein blanding av neokonservatismu, neoliberalismu og ein herferð móti tí ”ónda”. Tað ”ónda” fevndi um yvirgang og alt, sum ikki hóskaði til einføldu og svørt-hvítu heimsmynd forsetans og ráðgevarum hans. Ikki var rúmsátt í politisku heimspeki hansara og tí gjørdust tey átta árini við Bush so kompromisleys og so harðrend. Lat so vera, at skelkurin frá 11. september broytti heimsmyndina hjá nógvum amerikanum. Við hesum bakstøði fór Bush í tvey stór kríggj: kríggið í Afghanistan, høvuðssætið hjá Al Qaida og Irak við hópoyðingarvápnunm. Afghanistankríggið hevur ikki beint fyri altjóða yvirgangi og Irak hevði eingi hópoyðingarvápn. Hesi kríggj hava drenað USA fyri politiska og búskaparliga orku.

 

Bush tók yvir eitt USA, sum var stak væl fyri á øllum økjum. USA hevði onga uttanlandaskuld, samveldislandskassin var skuldafríur og avlop var á samveldisfíggjarlógunum. Arbeiðsloysið var metlágt, vinnulívið blómaði og hjá einstøku statunum í samveldinum stóð væl til. Alt samfelagið var í góðari og sunnari menning og utttanríkispolitiskt var USA komið væl burtur úr stórum kreppum, eitt nú á Balkan, uttan at amerikanskir hermenn vóru í kríggj á fremmandari jørð.

 

Hvussu sær USA út í dag, nú Bush leggur frá sær? Á fráfaringartíðindafundi fyri fáum døgum síðani varð Bush spurdur, hvussu tað kendist at leggja frá sær, sum støðan var í USA og í heiminum. Hann svaraði á sín sermerkta hátt: eg eri nokk ikki ein, sum ríði móti sólsetri. Hann sipaði til teir covboyfilmar, sum enda væl. Hansara filmur endaði illa: 11, les ellivu, milliónir eru vorðin arbeiðsleys, eitt út av hvørjum tíggju húskjum hava mist hús og heim, húsagangur og trotabúgv eyðkenna vinnulívið, bankakreppan stendur við, verkafólk í milliónatali hava mist teirra pensiónsuppsparingar, almenna huglagið er eyðkent av mismóti og ótta fyri framtíðini. Alt gekk galið og eygleiðarar halda, at tað mátti ganga galið. Heimurin er jú ikki svart-hvítur. Tað ber ikki til at stýra einum stórveldi við støði í neokonservativum virðum heldur enn við støði í tí politiska og búskaparliga veruleika, sum nú einaferð myndar eins egna samfelag so væl sum umheimin. Úrslit: USA er politiskt, búskaparliga og moralskt á ørmundahúsi. Upptakið, sum stendur til eftirfylgjaran, er ikki tespiligt.

 

Var so als einki gott – einki sum eydnaðist? Jú, halda ávísir eygleiðarar. Bush setti Afrika á politisku dagskrá heimsins og menningarhjálpin frá USA hevur veruliga munað. Hetta hevur serstakliga gagnað stríðnum móti eyðkvæmi í pørtum av hesum gloymda heimsparti. Eisini fær Bush rós fyri Indiapolitikkin, sum hevur gagnað og hjálpt ovurstóra menningarlandinum til at gerast millum fremstu búskapir í heiminum. Men eftir stendur tó heildarmyndin av einum forseta, sum ikki fær mildan dóm frá søguni.