Evstamark í kvøld

Í kvøld er evstamark fyri spælaraskifti hesumegin summarsteðgin. Og sum vera man er nógv at gera á FSF-skrivstovuni, tá feløg royna at fáa spæliloyvini upp á pláss í evstu løtu

– Enn eru ikki allar umsóknirnar avgreiddar. Ein hópur av faxum og brøvum eru komin á skrivstovuna seinastu dagarnar, og ivlaleyst eru fleiri, sum leggast afturat í dag, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF.