Evrulondini gera egnan sáttmála

Tað eydnaðist ikki teimum 27 ES-londunum at semjast um at bjarga evruni, og avleiðingin av tí er, at tey 17 evrulondini gera sín egna sáttmála. Tey 10 londini, sum eru uttanfyri gjaldoyrasamstarvið, kunnu koma upp í arbeiðið at bjarga evruni, um tey hava hug til tess.

Skuldi ES-sáttmálin broytast, máttu øll 27 londini taka undir við tí, men sambært donskum eygleiðarum var tað Bretland, sum segði nei og tískil forðaði einari breiðari semju.

-Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sýtti alla tíðina fyri at gera broytingar í verandi sáttmála, sigur DR-tíðindamaðurin í Bruxelles, Ole Ryborg. Cameron segði í nátt, at bretska avgerðin var trupul, men góð. Franski forsetin, Nicolas Sarkozy, var alt annað enn fegin um støðuna hjá bretsku stjórnini. Hann segði beinleiðis, at Cameron hevði skyldina av ruðuleikanum.

Seks av teimum 10 londunum uttan fyri evrusamstarvið, eru sinnað at skriva undir eina semju um at hava betri eftirlit við fíggjarpolitikkinum. Danmark hevur ikki tikið støðu til hendan spurningin.