Evrulond fáa ikki sekkin

At eitt land, ið hevur evruna sum gjaldoyra, hevur stórt hall á fíggjarlógini, fær ongar avleiðingar fyri landsins limaskap í evrusamstarvinum. Tað sigur forstjórin í Evropeiska Miðbankanum, Jean-Claude Trichet.

Reglurnar í evrusamstarvinum siga anars, at hallið á fíggjarlógini hjá einum limalandi má ikki vera størri enn trý prosent av landsins bruttotjóðarframleiðslu. Men tað kemur ikki upp á tal at koyra nakað land burtur úr samstarvinum, sjálvt um tað brýtur regluna um hall, sigur Jean-Claude Trichet.

-Tað kemur ikki at henda, sigur hann.

Eitt annað krav hjá evrulondunum er, at hallið má ikki vera størri enn 60 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. AFP skrivar, at bara trý av evrulondunum halda seg innan fyri kravið um hall á fíggjarlógini í ár.

Hinvegin klára 13 av teimum 16 londunum at halda seg innan fyri skuldarmarkið.