Amerikanski dollarin er fallin, og tað hevur fingið onkur av limalondunum at rópa varskó, áðrenn evran gerst alt ov sterk. Eitt nú hevur franski fíggjarmálaráðharrin, Thierry Breton, ávarað um gongdina, men røddir í evropiska fíggjarheiminum halda, at hetta varskó einamest er vent móti franska valinum komandi ár. Hóast ein sterk evra gevur lægri útflutningstøl, so kunnu langtíðarárinini við eitt nú lægri oljuprísum eisini geva eina positiva ávirkan, sum vil linka um trýstið á rentuna. Enn verður tó roknað fyri vist, at evropiska rentan verður hækkað til 3,5% í næstum. Hartil eru fleiri fíggjarfrøðingar, sum rokna við enn tveimum hækkingum í 2007, soleiðis at rentan hjá Miðbankanum verður 4%.










