Evropeiski dreymurin livir

B36 hevur ein góðan møguleika at spæla seg víðari í UEFA-Cup kappingini, eftir at teir hóskvøldið megnaðu ein 1-1 javnleik móti íslendska ÍBV í Vestmannaoyggjunum.

Beinanvegin sum lutakastið til ársins UEFA-Cup kapping hevði verið, og tað var greitt, at B36 skuldi dystast við íslendska ÍBV, vóru tað fleiri fótbóltskønir føroyingar, ið søgdu, at hetta var ivaleyst besti møguleikin nakrantíð hjá einum føroyskum liði at spæla seg víðari í evropeiskari kapping. At nakað var um prátið, prógvaði B36 í Vestmannaoyggjunum hóskvøldið.

Innlegg endaði í netinum
B36 fekk eina dreymabyrjan upp á dystin, tá ið teir longu í 6. minutti løgdu seg á odda. Ungi framherjin Bergur Midjord var upp á spæl úti í aðrari síðuni, og hann sendi eitt væla innlegg móti ÍBV-málinum.
Allan Mørkøre kom tuskandi móti bóltinum, og veteranurin, Birkir Kristinson, í málinum hjá ÍBV væntaði ivaleyst, at gamli liðfelagin hjá honum fór at snitta bóltin, men tað gjørdi Allan ikki, og so var málverjin fullkomiliga snýttur, og innleggið hjá Bergi endaði í netinum.
Hetta var vorðið sum byrjan hjá B36, og havnarliðið stóð einki aftan fyri íslendska liðið, sum royndi at trýsta fyri at koma upp á javnt.
Tað eydnaðist eisini íslendingunum at javna, tá ið fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin. Eitt ÍBV-álop tykist rættuliga vandaleyst, tá ið B36'arnir eru rættuliga óhepnir, tí bólturin rakar ein av teirra verjuleikarum og dettur fyri føturnar á ÍBV-framherjanum, Petur Oskar Sigurdsson, ið staddur áraka brotsteigarmarkið er knappur og sendir bóltin framvið Jákupi Mikkelsen og í netið til 1-1.

Høvdu risamøguleika at taka leiðsluna aftur
Dysturin í Íslandi var rættuliga javnur, og málmøguleikarnir vóru javnt býttir millum liðini bæði. Størsta møguleikan í seinna hálvleiki átti B36 tó, tá ið Allan Mørkøre á gamla heimavøllinum hjá sær gjørdist púra leysur við Birkir Kristinsson, men skotroyndin hjá klaksvíkinginum var ikki nóg neyv og rakti beint á málverjan hjá ÍBV.
Sum skilst var javnleikur eitt rættvíst úrslit av undirhaldandi dystinum, og tað er einki at siga til, at hýrurin var góður á B36-hópinum, tá ið vit fingu fatur á teimum umvegis fartelefonina seint hóskvøldið.
Nú hevur B36 eitt framúr gott útgangsstøði til returdystin, sum verður á Tórsvølli ólavsøkuaftan, og havnarliðið kann til dømis taka til takkar við einum málleysum javnleiki fyri at tryggja sær viðari luttøku.
Karmarnir til tann dystin verða ivaleyst góðir, og tað er einki at ivast í, at nú B36 hevur ein so góðan møguleika at skriva søgu, fara nógv fólk at leita sær niðan í Gundadal á tjóðarhátið okkara at geva teimum dyggan stuðul.