Evropeiski búskapurin eftir hæli

Tann búskaparligi framburðurin er steðgaður í fleiri evropeiskum londum, og hjá teimum stóru gongur tað nú hinvegin

Tøl um ta búskaparligu gongdina í fleiri av teimum leiðandi londunum í Evropa vísa, at tann evropeiski búskapurin er á veg eftir hæli, skrivar Ritzau.

Í teimum londunum, sum brúka evruna sum gjaldoyra, minkaði bruttotjóðarframleiðslan 0,2 prosent í øðrum ársfjórðingi, og so stór hevur minkingin ikki verið, síðani Evropeiski Miðbankin bleiv stovnaður fyri 10 árum síðani.

Afturgongdin er sjónlig í londum sum Týsklandi, Fraklandi, Italia og Niðurlondum.