Evropatingið fær javnan fyrispurningar um grind

Serliga tey árini, Sea Shepherd er í Føroyum, eru tinglimir forvitnir eftir at fáa meiri at vita um grindadráp.

Tað er við jøvnum millumbilum, at Evropatingið fær fyrispurningar um grind.

 

Tað staðfesti føroyska sendikvinnan í S, Kate Sanderson, í eini kunning fyri Grindamannafelagnum í samband við aðalfundin beint fyri páskir.

 

Hon sigur, at spurningarnir eru oftast stílaðir til ES-nevndina, og hesi bæði seinastu árini eru teir heldur fleiri í tali enn teir hava verið undanfarin ár.

 

Hóast tað ikki er nakað nýtt, at politikkarar í Evropa spyrja seg fyri um grind, er kortini synd at siga, at Evropatingið verður undirdýkt í spurningum um grind, tí síðani 2001 eru 34 spurningar settir í tinginum um grindadrápið í Føroyum.

 

Men av teimum eru næstan helvtin, nevniliga 15 fyrispurningar settir síðani 2014. Eisini í 2008 og 2009 vóru lutfalsliga nógvir spurningar um grind í Evropatinginum, tí hesi bæði árini vóru teir 12 tilsamans.

 

Teir flestu spurningarnir verða settur um heystið, eftir at Sea Shepherd hevur verið í Føroyum um summarið. 

 

Les meiri í Sosialinum, sum varð borin í hvønn postkassa í dag.