Á Ítróttafagnaðinum, sum ÍSF skipar fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, er nú ársins ítróttanavn kosið. Hesin heiður verður latin ítróttafólki, sum hevur skarað framúr í 2020.
Tað var rógvarin, Sverri Sandberg Nielsen, sum varð kosin sum ársins ítróttanavn. Hann var tilnevndur saman við fótbóltsspælaranum Jóan Símuni Edmundssyni og svimjaranum Vár Eidesgaard.
Sverri Sandberg Nielsen er í løtuni staddur á venjingarlegu í Portugal, og fekk tískil ikki móttikið heiðurin, sum bróðurin ístaðin tók ímóti. Sverri sendi tó sjónbandaheilsan úr Portugal.
Sverri Sandberg Nielsen gjørdist í fjør evropameistari í single sculler í EM í Poznan í Póllandi. Árið fyri vann hann silvur í heimsmeistarakappingini í Eysturríki.
- Føroyski evropameistarin hevur víst, at við áræði og miðvísari venjing ber til at røkka nærum óhugsandi málum, sigur ÍSF í grundgevingini.