Evropa: Metnógvir tilburðir av meslingum

Aldrin áður hava so nógvir skrásettir tilburðir verið av meslingum í Evropa sum í dag. Tað er WHO, ið er enska styttingin fyri Altjóða Heilsustovnin undir ST, ið boðar frá órógvandi hagtølunum.


Sambært WHO, so eru yvir 41.000 fólk smittaði av sjúkuni fyrstu seks mánaðirnar í 2018. Av teimum eru 37 deyð av sjúkuni.


Talan er um eina munandi øking í tilburðum frá undanfarnu árum. Í 2017 vóru 23.927 skrásettir tilburðir av sjúkuni, meðan talið í 2016 var 5.273.


- Samlaða talið av tilburðum fyrstu seks mánaðirnar er munandi størri enn tá samanborið verður við øll 12 mánaðir skeið í hesum ártíggjund. Higartil hevur hægsta talið av tilburðum millum 2010 og 2017 verið 23.927 í 2017, og tá tað var lægst 5.273 í 2016, skrivar WHO á heimasíðuni.


Zsuzsanna Jakab, evropeiski økisleiðarin fyri WHO, heitir nú á evropeisku londini at taka sjúkuna í álvara.


- Vit heita á øll lond um alt fyri eitt at seta í verk umfatandi og hóskandi tiltøk fyri at steðga útbreiðsluni av sjúkuni, sigur hon sambært heimasíðuni hjá WHO.


Í sjey londum í Evropa eru meira enn 1.000 skrásettir tilburðir av sjúkuni. Talan er um Frakland, Georgia, Grikkaland, Italia, Russland, Serbia og Ukraina. Serliga í Ukraina hevur sjúkan gjørt nógv um seg, har WHO hevur skrásett 23.000 skrásettir tilburðir av sjúkuni.