Búskaparstøðan í Evropa, útveiting, umhvørvisvinaligar íløgur og avtalur við lond ið virka sum altjóða skattaskjól.
Hesi vóru evnini á árliga fundinum millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar í Stokkhólmi í dag.
Jørgen Niclasen hevur í dag luttikið á fundi millum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnar. Talan er um árliga fundin í sambandi við samstarvið í norðurlendska ráðharraráðnum.
- Búskaparstøðan fekk drúgva umrøðu á fundinum. Lítil og eingin búskaparvøkstur, og hækkað arbeiðsloysi hava eyðkent flestu norðanlond seinnu árini. Fíggjarmálaráðharrarnir ásannaðu, at vøksturin framhaldandi bíðar eftir, at Evropa sum heild fer at fóta sær.
Fíggjarmálaráðið sigur í tíðindaskrivi, at ráðharrarnir vóru á einum máli um, at nýskipanir sum fremja búskaparvøkstur og arbeiðspláss eru altavgerandi, sum støðan er.
Í sínari framløgu segði Jørgen Niclasen, at búskaparstøðan í Føroyum er góð. Eisini vísti hann á, at kreppan í Evropa ikki er so avgerandi fyri gongdina í Føroyum, tí føroyskur útflutningur í vaksandi mun fer til lond uttanfyri Evropa.
- Føroyskar fyritøkur hava verið dugnaligar at funnið aðrar marknaðir, partvís sum avleiðing av ES-stongslinum. Hinvegin hevur lága rentan, sum kreppan hevur havt við sær, gagnað føroyska búskapinum, segði Jørgen Niclasen.
Myndin er av norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum, f.v: Jørgen Niclasen, Siv Jensen. Noreg, Bjarni Benediktsson, Ísland, Per Bolund, Svøríki og Morten Østergaard, Danmark.










