Amnesty International staðfestir í eini frágreiðing, at onki er gjørt frá evropæiskari síðu fyri at steðga loyniligum fangaflutningi ella seta óheftar kanningar í verk Amnesty International almannakunnger í dag frágreiðingina State of Denial: Europe´s Role in Rendition and Secret Detention.
Frágreiðingin vísir á leiklutin hjá Evropa í sambandi við loyniliga fangaflutningin, sum USA stendur á odda fyri í ?krígnum móti yvirgangi?.
Hon lýsir leiklutin hjá Evropa í seks málum, sum snúgva seg um trettan persónar.
Leikluturin hjá Evropa fevnir um alt frá at loyva CIA flogførum at flúgva og lenda á evropæiskum økið til at loyva loyniligum fongslum.
Seks persónar, sum vórðu fluttir úr Evropa, eru framvegis ólogliga fongslaðir í Guantanamo fangaleguni, og ein er afturhildin í Egyptalandi eftir órættvísa rættargongd við ein hernaðardómstól. Øll ofrini, sum Amnesty hevur gjørt samrøður við, siga, at tey eru vorðin pínd ella illa viðfarin, skrivar Amnesty.
Frágreiðingin staðfestir millum annað, at CIA flogfør hava flogið meira enn hundrað ferðir ígjøgnum danskt loftrúm og lent í minsta lagi 45 ferðir á danskari jørð.