Dystirnir ímillum H71 og Maribor verða leiktir í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið klokkan 19.00 og sunnukvøldið klokkan 19.00 - FM1 sigur beinleiðis frá báðum dystunum
Tað er ikki longur fastur siður, at føroysk hondbóltslið royna seg í Evropa .
Tá ið mansliðið hjá H71 í kvøld spælir ímóti RK Maribor, er tað fyrstu ferð síðani 2011, at eitt føroyskt manslið roynir seg í Evropa.
Í árunum 2008 til 2011 spældu Neistamenn EHF-Cup, men síðani hevur onki manslið roynt seg fyrr enn nú.
Neistaliðið í hesum árunum er eitt av teimum heilt sterku í føroyskari hondbóltssøgu, og fleiri minnilig úrslit vóru eisini framd. Onkrir av leikarunum spæla enn - millum annað Ári Dam, ið nú er í H71 og sleppur at royna seg í Evropa aftur í kvøld.
Úrslitini taldu millum annað ein 33-32 sigur á heimavølli ímóti Lovcen-Cetinje úr Montenegro, ein 37-36 ósigur á útivølli ímóti serbiska Kolubara og so tveir stórsigrar ímóti einum liðið úr Kýpros. Teir báðir dystirnir endaðu 30-17 og 37-25 til Neistan, ið spældi seg víðari har Madeira gjørdist ov stórur biti. Madeira var farna kappingarár í finaluni í Challenge Cup; somu kapping sum H71 luttekur í nú.
##med2##
Síðani dystirnar hjá Neistanum ímóti Madeira hevur einki manslið roynt seg í Evropa fyrr enn í kvøld, men kvinnuliðini hava verið raskari.
Í 2014 luttóku Kyndilskvinnur í EHF Cup, har mótstøðuliðið var Femina Vise úr Belgia.
Báðir dystirnir vóru leiktir í Høllini á Hálsi. Tann fyrsti endaði 22-15 til belgiska liðið, meðan Kyndil reisti seg í næsta dystinum og vann 22-21.
##med3##
Fyri trimum árum síðani royndu Neistakvinnur seg eisini í EHF CUP.
Mótstøðan var sterk, men Neistin vísti seg væl fram, tá ið rumenska liðið, Ploiesti, endaði við at vinna 26-24 í Høllini á Hálsi. Næsti dysturin var leiktur í Rumenia, og har gjørdist tað til greitt føroyskt tap við úrslitinum 31-20.
##med1##
Les meira um Europa Cup dystirnar við at trýsta niðanfyri:
H71 vil endurskapa finalupottin á Hálsi
FM1 sigur eisini frá Evropa Cup
Sjálvboðið arbeiði og stuðlar eru avgerandi í Evropa Cup