Evrard Ble er eitt av kendu útlendsku nøvnunum í føroyskum fótbólti.
Men nú hevur B36 tryggja sær hann skrivar felagið á síni heimasíðu.
Blé, sum er vinstrumegin á myndini, kom á fyrsta sinni til Føroya í 2005, og B36 verður fimta føroyska felagið, sum hann fer at umboða.
Hann hevur áður spælt fyri VB/Sumba, AB, Víking og 07 Vestur.
Tilsamans hevur hann spælt 220 dystir og skotið 27 mál hesi árini, hann hevur verið í Føroyum.
Blé trívist best á sentrala miðvøllinum, men hann kann røkja at kalla øll pláss á miðvølli og í verjupartinum.
- Eingin ivi er um, at hópurin misti nógvar royndir, tá Martin M. Pedersen valdi at fara aftur til Danmarkar, og tað er ein roynd at fáa nakað av rutinu inn aftur í hópin, nú sáttmáli er gjørdur við Evrard Ble, sigur B36.