Evrard Blé skiftir felag í summarsteðginum.
Fílabeinsstrandingurin, sum eisini hevur spælt fyri VB/Sumba, AB og Víking, áðrenn hann í ár flutti til 07 Vestur, hevur nú gjørt avtalu við B36 um at spæla har tað, sum er eftir av hesum árinum. Tað skrivar heimasíðan hjá B36 á heimasíðu síni.
Evrard Blé hevur spælt 220 dystir og skotið 27 mál síðan hann kom til Føroya í 2005.
Sambært heimasíðuni hjá B36, sum eisini kann finnast á www.b36.fo, kann Blé brúkast bæði á miðvøllinum og í verjupartinum, og tað kemur væl við hjá B36, sum júst hevur mist Martin M. Petersen, ið valdi at fara aftur til Danmarkar í steðginum.
- Tað er ein roynd at fáa nakað av rutinu inn aftur í hópin, nú sáttmáli er gjørdur við Evrard Blé, skrivar B36 á heimasíðu síni.