Fólkaatkvøðan, sum skal gera av, um Grikkaland skal halda fram í evrusamstarvinum ella ikki, fekk í morgun virðið á evruni at fella á marknaðunum í Asia. Evran fall bæði mótvegis amerikanska dollaranum og japanska yeninum.
Simon Treo, sum er gjaldoyrahandilsmaður hjá Phillip Futures i Singapore, sigur sambært TV2, at avgerðin hjá grikkum at halda fólkaatkvøðu um bjargingarpakkan kom óvart á fíggjarheimin, og at tað hevur ikki styrkt evruna. Tvørturímóti flýggja íleggjarar frá felags evropeiska gjaldoyranum og velja heldur onnur tryggari gjaldoyru, sigur hann.
Grikkar fingu í gjárkvøldið knívin á barkan. Fólkaatkvøðan, sum stjórnin í Athen hevur gjørt av at halda, skal ikki snúgva seg um bjargingarpakkan, sum stjórnin ætlaði, men um griksku luttøkuna í evrusamstarvinum. Harafturat fingu grikkar at vita, at teir fáa ikki eina einastu evru frá ES ella IMF, fyrr enn úrslitið av fólkaatkvøðuni er tøkt.