36 ára gamli Patrice Evra, sum í november fekk sekkin í franska felagnum, Marseille, eftir at hava lopið á ein áskoðara hjá felagnum, nærkast í hesum døgum einum nýggjum felagið. Tað halda enskir miðlar seg í øllum førum vita.
Og tað líkist einum skiftið aftur til enskan fótbólt, har Patrice Evra annars spældi frá 2006 til 2014, tá Patrice Evra spældi fyri Manchester United. Sambært bretskum miðlum er West Ham nær við at knýta fyrrverandi franska landsliðsspælaran afturat hópinum.
Skiftir Patrice Evra til West Ham, fer hann aftur at arbeiða saman við David Moyes, ið hann hevði sum venjara sítt seinasta kappingarár í Manchester United. Patrice Evra er tó leikbannaður í europeiskum fótbólti inntil 30.juni 2018 fyri at hann í november sparkaði ein áskoðara undir dysti hjá Marseille.