Evra sleppur neyvan at umboða Marseille aftur

Olympique de Marseille tekur stóra frástøðu frá kung fu sparkinum Patrice Evra gav einum fjeppara ígjár

Liðið hjá Patrice Evra, Olympique de Marseille spældi ígjár á útivølli ímóti portugisiska liðnum, Guimaraes í Europa League kappingini. Har skrivaði Patrice Evra neiliga søgu við at gerast fyrsti spælarin, sum hevur fingið reyða kortið áðrenn ein dyst í Europa League.

 

 

Í upphitingini áðrenn dystin kom Patrice Evra upp at skeldast við ein Olympique de Marseille-fjeppara, og hann gjørdi júst somu ógerð, sum landsmaðurin, Eric Cantona gjørdi á Selhurst Park í 1995. Hann gav áskoðaranum eitt kung fu spark. Dómarin var skjótur at handla og vísti Patrice Evra av vøllinum.

 

 

Liðfelagarnir, Rolando og Doria fingu skilt partarnar, og syrgdu fyri, at Patrice Evra bleiv førdur oman í umklæðingarrúmið beinavegin.

 

 

Hóast reyða kortið, sum fall áðrenn dystin slapp Olympique de Marseille at byrja Europa League dystin ímóti Guimaraes við 11 monnum.

 

 

Tað er væntandi, at evropeiska fótbóltsamgongan, UEFA fer at geva 36 ára gamla, Patrice Evra eina sera harða revsing.

 

 

Olympique de Marseille tekur í dag alment stóra frástøðu frá ógerðini hjá Patrice Evra, og tað er ógvuliga ivasamt um Patrice Evra sleppur at umboða felagið aftur.

 

 

Í tíðindaskrivinum skrivar Olympique de Marseille m.a. - Líka mikið hvat enn hendir, so má ein fulltíðar yrkisspælari hava tamarhald á sær sjálvum, hóast niðrandi og provokerandi orð verða søgd ímóti honum, og líkamikið hvussu órættvíst tað enn kann kennast, skrivar Olympique de Marseille.