Evnini á ráðstevnuni eru trygd, friður og tilbúgving í Norðuratlantshavi.
Limirnir í Norðurlandaráðnum eru 87 í tali, og teir fara at kjakast um møguleikarnar fyri trygdini, nú øll Norðurlond eru limir í NATO.
Norðurlandaráðið boðar frá, at Norðuratlantshav er eitt týdningarmikið øki, sum skal halda fram at vera friðarligt. Vandi er fyri, at stríðið millum stórveldini gerst ógvusligari, eftir at Russland gjørdi innrás í Ukraina.
Erling Eidesgaard og Johan Dahl umboða Løgtingið á fundinum.
- Fyri fyrstu ferð verður evnisráðstevnan hjá Norðurlandaráðnum hildin í Føroyum. Føroyar liggja mitt í Norðuratlantshavi og tí finst neyvan eitt betur evnið at umrøða enn júst trygd, friður og tilbúgving, sigur Erling Eidesgaard.
Eitt av evnunum á skrá er dagføring av Helsingforsavtaluni. Helsingforsavtalan er grundleggjandi semjan sum skipar almenna samstarvið í Norðanlondum. Seinasta dagføringin av Helsingforsavtaluni bleiv gjørd í 1996, tá Svøríki og Finnland gjørdust limir í ES.