Studentaskúlin í Hoydølum skipaði fríggjadagin fyri stórum evnisdegin um sorg. Evnið er ein liður í eini tilbúgvingarætlan fyri lærararnar á skúlanum, og henda dagin vóru næmingarnir tiknir við, har teir fingu møguleika at gera viðmerkingar og koma við uppskotum.
? Skúlin varð býttur upp í tvey. Ein bólkur hugdi eftir einum filmi um tað at missa, meðan hini vóru til ein fyrilestur hjá Onnu Debes Hentze, sálarfrøðingi, um ymsar fasur í sorgini, sigur Mads A. Winther, rektari.
? Aftaná var ein samanumtøka við øllum næmingunum og lærararunum, har tíð varð til at seta spurningar og taka evnið um til diskussión.
Rektarin metir, at dagurin var væl móttikin. Undirtøkan var eisini ógvuliga góð.
Tilbúgvingarætlan
Hesin evnisdagurin er ein liður í eini tilbúginvarætlan, sum sorgarbólkurin á skúlanum hevur staðið fyri. Henda tilbúgvingarætlan umfatar leiðbeiningar um, hvussu farast skal fram tá onkur, sum er knýttur at skúlanum, tað verið seg bæði starvsfólk og næmingar, kemur út fyri álvarsamari sjúku ? antin sjálvur ella í familjuni. Eisini greiðir tilbúgvingarætlanin frá, hvussu mannagongdin er, um onkur, knýttur at skúlanum, missir ein familjulim.
? Evnið er heilt vist viðkomandi. Í einum flokki vóru tað trý, sum høvdu mist annað foreldrið á ungum árum, so tað vóru fleiri, sum vóru ávirkað av hesum, greiðir Mads A. Winther frá. Hann leggur afturat, at bara fyri tveimum árum síðani misti skúlin eina lærarindu, og ein evnisdagur sum hesin, fyrireikar skúlan uppá, at slíkt kann væl koma fyri.
Rektarin sigur at enda, at tað eru fleiri skúlar í landinum, sum hava tikið hetta evnið upp, og afturmeldingarnar um dagin hava bara verið positivar.
Myndatxt: Fríggjadagur var stórur evnisdagur uppi í Hoydølum. Evnið var sorg, og frætt verður frá skúlanum, at undirtøkan var góð
Mynd: Jens Kr. Vang
Myndatxt: Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, helt fyrilestur um tær ymsu fasurnar í sorgini
Mynd: Jens Kr. Vang