Í sambandi við, at Landsskjalasavnið hevur 75 ár á baki, verður skipað fyri einum evnisdegi í Norðurlandahúsinum 31. august. Ein av røðarunum verður Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta Evnisdagurin fer at snúgva seg um varðveiting av skjølum, sum lýsa okkara søgu, og eitt av evnunum, sum verður viðgjørt, verður varðveiting av okkara vinnusøgu.
Endamálið við evnisdegnum er at viðgera tørvin á varðveiting av skjølum og at vísa á teir møguleikar og avbjóðingar, sum eru.
- Serliga kann nevnast talgilda varðveitingin, sum bæði gevur nýggjar og betraðar møguleikar fyri varðveiting, men samstundis hevur við sær avbjóðingar og trupulleikar, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Evnisdagurin fer eitt nú at leggja dent á vinnusøgu og skjøl frá virkjum, og millum røðararnar verður Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta, sum fer at tosa um varðveiting av vinnulívsøvnum í Føroyum.
Eitt umboð fyri íslendska Kaupthing-bankan fer eisini at lýsa teirra royndir innan varðveiting av skjølum.
Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum 31. august, og lagt verður fyri klokkan 13.30.









