Evnisdagur fyri avvarðandi at sálarsjúkum

Leygardagin 1. mars skipa Sinnisbati og Psykiatriski Depilin fyri evnisdegi um støðuna hjá avvarðandi at fólki við sálartrupulleikum Kennir tú onkran við sálarsjúku? Stríðist ein av tínum nærmastu við sálartrupulleikar?

Hvat gjørt tú, tá sálarsjúkan rakar í tínum nærumhvørvi? Soleiðis spyrja fyrireikararnir av evnisdegnum 1. mars.

Skráin fyri dagin er fjølbroytt og nomið verður við nógv ymisk viðurskifti, sum knýta seg at tí, at verða avvarðandi hjá sálarsjúkum. Eitt nú verður vitjan úr Noreg og Danmark. Andrea Fisker, sálarfrøðingur fer at seta orð á alt tað vit ikki tosa um viðv. sálarsjúku. Esther Risstubben heldur fyrilestur, har spurt verður: Hvussu skapa vit vón og lívsmátt innan sálarfrøðiliga viðgerð, har bæði tann sálarsjúki og tey avvarðandi eru ein virkin partur. Hallur Gilstón Thorsteinsson, cand.mag. í sálarfrøði og heimspeki, greiðir frá um, tá ið børn eru avvarðandi.

Á evnisdegnum luttaka eisini: Annlis Bjarkhamar, samskipari, sum fer at hugleiða um, hvussu tað ávirkar tey avvarðandi, at vit vera kensluliga knýtt at tí sálarsjúka. Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur upplegg undir heitinum: Vónin, eitt ískoyti til trivnað ella trivnaður? Og Tormóður Stórá, depilsleiðari, greiðir frá um, hvussu tey avvarðandi gerast ein natúrligur partur av viðgerðini hjá tí sálarsjúka?

Evnisdagurin er bæði fyri tey avvarðandi, tey við sálartrupulleikum og tey, sum starvast innan øki.

Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 1. mars kl. 9.00-16.00. Kostnaður 400 kr. við kaffi og ábit. Tekning á telduposti: sinn@email.fo ella á tlf: 50 76 32 innan hósdagin 21. februar.