Evnisdagar á Kambsdali

Í dag, týsdagin og mikudagin hava næmingar í Studentaskúlanum á Kambsdali evnisdagar. Vanlig undirvísing er niðurløgd, og í staðin arbeiða næmingarnir tvørfakligt Onkur bólkur arbeiðir til dømis við fiski. Tey byrjaðu fyrsta evnisdagin við eini vitjan á Fiskamarknaði Føroya. Ein annar bólkur arbeiðir við franska landspartinum Elsass ?Lothringen við týsk-franska markið, har har millum annað evropeiski høvuðsstaðurin Strassburg er. Onkur arbeiðir við Føroyum sum ferðamannaland við denti á ?branding?.

Íalt eru 14 ymiskir bólkar, ið fevna um alt møguligt frá fyrstuhjálp og genspleysing umvegis franskan mat til tónleik og sjónleik.

Fyri næmingarnar er hetta eitt gott at læra okkurt, tey hava áhuga fyri, og sum ikki fæst inn í vanligu tímatalvuna.Evnini hava næmingarnir sjálvir skotið upp. Somuleiðis er hetta eitt høvi at koma at kenna betur næmingar í øðrum flokkum.

Mikukvøldið enda evnisdagarnir við eini kvøldsetu, har ymsu bólkarnir fara at leggja tað fram, sum teir hava arbeitt við.

Kvøldseta verður mikukvøldið 5. mars kl. 19.00 og endar umleið kl. 21.30. Her verða framløgur, framsýning, tónleikur, sjónleikur, smakkiroynd av ymsum mati og annað.